Verkætlanar- ella arbeiðsleiðari til J&K Petersen

Vit sóknast eftir verkætlanar- ella arbeiðsleiðara innan anleggsarbeiði. Sum verkætlanar- ella arbeiðsleiðari verður tú partur av einum toymi og ein lyklapersónur í einari verkætlan.

Tú skalt, saman við restini av verkætlanarleiðsluni og arbeiðstoyminum, tryggja, at arbeiðið gongur smidliga. Eitt nú skalt tú taka tær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum økonomi, innkeypi, góðskutrygging og samskifti við undirveitarar.

Vit arbeiða við nútímans útgerð, og vænta, at tú sum arbeiðsleiðari hugsar í praktiskum loysnum.

Førleikakrøv   

Vit vænta, at tú hevur royndir sum leiðari ella við anleggsarbeiði og ert vanur við at ganga undan, tá ið á stendur. Harafturat vænta vit, at tú ert útbúgvin verk- ella byggifrøðingur.

J&K Petersen setir trygd hjá arbeiðsfólki í hásæti, og tí skalt tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Vit kunnu bjóða tær:

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og royndum.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV. o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 27. februar 2023, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088 ella skriva til regin@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi