SMIÐUR TIL VERKSTAÐIÐ

Søkt verður eftir lastbila- ella entreprenørsmiði ella líknandi til verkstaðið at byrja skjótast gjørligt.

Verkstaðið tekur sær av øllum tekniskum og mekaniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum, amboðum og øðrum, sum hoyrir til tekniska og mekaniska økið.

Starvsstaðurin verður á Hjalla 13, men tú fert eisini at arbeiða á verkætlanunum hjá J&K Petersen, sum eru kring landið. Tú verður partur av verkstaðs- og goymslutoyminum, sum telur 13 fólk, har tú eisini verður við í tilgongdini at uppbyggja og skipa eitt nýtt verkstað á Hjalla.

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur lasbilasmiður, entreprenørsmiður, maskinist, maskinsmiður, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú, sum persónur ert:

  • Álítandi
  • Væl skipaður
  • Arbeiðssamur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum
  • Førleikamennandi skeið
  • Løn sambært útbúgving og royndum

Umsókn

Umsókn við prógvum skal sendast við telduposti til starv@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er týsdagin 20. februar 2024, samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðara, á telefon 585013, ella skriva til anthonius@jkp.fo.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi