Søgan hjá J&K Petersen Contractors gongur heilt aftur til 1948, tá felagið keypti tann fyrsta lastbilin, og byrjaði koyring fyri fólk og kommunur á Sandoynni. Í 1970’unum var partur av virkseminum eisini ferðafólkaflutningur, men hetta virksemið helt uppat í 1975.

J&K Petersen Contractors, sum vit kenna felagið í dag byrjaði sítt virksemi í 1975. Núverandi stjórin, Stein Olvur Petersen, er triðja ættarlið í felagnum. Í 1975 tóku brøðurnir John og Kristian Anfinn Petersen við aftaná pápan. Har stavar styttingin J&K frá. Eftir hetta er bert entreprenørarbeiði á skránni hjá felagnum. Eigarasamansetingin er broytt, men navnið er tað sama enn. J&K er sera væl kent millum manna.

J&K Betong, ið er eitt dótturfelag hjá  J&K Petersen Contractors, er ein ein sjálvstøðugur partur av virksemi felagsins. J&K Betong veitir betong til nógvar kundar kring Føroyar. Eins og J&K Betong eisini veitir betong til ymisk arbeiðir hjá J&K Petersen Contractors. Byrjað varð við hesum virksemi í 1989.

Virksemið hjá J&K Petersen Contractors øktist støðugt ígjøgnum 1990´ini, og felagið útvegaði sær m.a. dýpingaramboð í 1994. Í 1996 varð fyrsta uppgávan uttanlands veruleiki, tá dýpingararbeiðið í Íslandi varð gjørt. Felagið hevur eisini havt uppgávur í Grønlandi, har byrjað varð í 1999.

J&K Petersen Contractors, hevur síðan ár 2000 havt høvuðsskrivstovu á Hjalla í Hoyvík í Tórshavnar kommunu, haðan alt virksemið eisini verður samskipað.

Virksemið hjá felagnum er nógv økt síðan ár 2000. Felagið hevur útvegað sær nógv amboð, og starvsfólkatalið er økt munandi.