FÓLK TIL BETONGBLANDISTØÐINA Í SUÐUROY

J&K Petersen søkir eftir fólki til blandistøðina á Drelnesi í Suðuroy. Blandistøðin veitir betong til tunnilsverkætlanina millum Øravík og Fámjin, sum J&K Petersen stendur fyri.

Vit sóknast eftir einum fólki, sum skal verða við at blanda og tryggja veitan av betong til Fámjinstunnilin, umframt at góðskutrygga og syrgja fyri viðlíkahaldi av støðini. Viðkomandi skal eisini taka sær av fyrifallandi fyrisitingarligum uppgávum á betongstøðini.

Harafturat sóknast vit eftir einum avloysara til fyrifallandi uppgávur, so sum viðlíkahald og uppfylling av goymslum.

J&K Petersen kann bjóða kost og logi, um viðkomandi mangla(r) fastan bústað í Suðuroy.

Førleikakrøv

Ynskiligt er, at viðkomandi, sum skal blanda betong, hevur eina handaliga útbúgving so sum hondverkari ella maskinmeistari ella viðkomandi starvsroyndir. Koyrikort er eitt krav.

Avloysarin til fyrifallandi uppgávur skal verða ágrýtin og fleksibul í mun til arbeiðstíðir.

Vit kunnu bjóða:

– Løn eftir útbúgving og royndum

– Starv við fjølbroyttum uppgávum

– Ymiskar fakligar avbjóðingar

– Møguligan bústað

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 31. juli 2023. Samrøður verða hildnar leypandi, og størvini verða sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við størvini, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088 ella skriva til regin@jkp.fo.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi