Vilt tú seta tín dám á Havnina og leggja ein merkisvarða eftir teg?
So hava vit starvið til tín!
J&K Petersen søkir eftir einum nærløgdum persónum til starv sum flísaáleggjari og betongarbeiðari til verkætlanina Havnará í miðbýnum í Havn. Talan er um eitt fakliga mennandi starv, har tú verur partur av einum toymi, sum fer at leggja føroyskt framleiddar flísar á nýggju Havnará.
Førleikakrøv:
Útbúgving er ikki eitt krav, men vit ímynda okkum, at tú
- Hevur royndir innan handverk og betongarbeiði
- Ert nærlagdur og dugir at skipa fyri
- Gongur høgt upp í at avgreiða uppgávuna við neyvleika
Tann, ið verður settur, skal hava koyrikort.
Umsóknir við møguligum prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Umsóknarfreistin er 1. Mars 2023. Samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hilbert Elisson, verkætlanarleiðara, á telefon 585004 ella skriva til hilbert@jkp.fo
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI