Smiður til verkstaðið at arbeiða 1:1

Søkt verður eftir smiðum til verkstaðið hjá J&K Petersen at arbeiða í skiftandi vaktum (1:1).

Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn, har arbeitt verður í skiftisvaktum. Arbeitt verður mána- til leygardag í tvær vikur, og avspákað verður í tvær vikur.

Í samráð við verkstaðsleiðaran ber eisini til at skipa vaktirnar eftir øðrum leisti, eitt nú við at hava vaktarskifti hvørja viku, ella triðja hvørja viku.

Á verkstaðnum hjá J&K Petersen arbeiða 7 fólk. Verkstaðið tekur sær av viðlíkahaldi og umvælingum av amboðum og størri entreprenørmaskinum hjá felagnum.

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinist, maskinsmiður, entreprenørmekanikari ella hevur aðrar viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú ert:

  • samstarvssinnað/ur
  • vælskipað/ur
  • arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt

Vit kunnu bjóða tær

  • Góðar setanartreytir við nógvari frítíð
  • Løn sambært útbúgving og royndum
  • Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum
  • Mennandi arbeiðsumhvørvi

Umsókn

Umsóknarfreistin er 31. august. Samrøður verða hildnar leypandi og starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast við telduposti til starv@jkp.fo.

Um tú hevur spurningar í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, Verkstaðs- og goymsluleiðara á tlf.: 585013 ella Símun Jensen, verkstaðsleiðara, á tlf.: 585068.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi