J & K Petersen Contractors gera øll sløg av havnabygging sum til dømis:
- Stuðlamúrar
- Spunskeiir
- Ferjulegur
- Grótkast
- Konstruktiónir í sjónum
Tey seinastu árini hava vit millum annað gjørt, eina djúphavn í Ánunum í Klaksvík, har spunsini vóru upp í 30 metrar long. Á Oyrareingjum hava vit gjørt eina góðshavn við rampu og 150 metra atløgusíðu. Á Syðradali á Kalsoynni og á Krambatanga í Leirvík hava vit gjørt grótkast.
Í løtuni eru vit í gongd við útbygging av Tórshavnar Havn, ið er størsta havnaútbygging í føroya søgu.