Verkstaðs- og goymsluleiðari

Søkt verður eftir ábyrgdarfullum og skipaðum leiðara til verkstaðið og goymsluna hjá J&K Petersen. Talan er um eitt nýstovnað starv við starvsbyrjan skjótast gjørligt.

Verkstaðið tekur sær av viðlíkahaldi og umvælingum av amboðum og størri entreprenørmaskinum. Sjey starvsfólk eru á deildini, íroknað leiðari/formaður og tríggir lærlingar til entreprenørmekanikara.

Goymslan tekur sær av innkeypi og útleigan av størri amboðum og maskinum. Á goymsluni starvast innkeypari, goymslumaður og ein logistikklærlingur.

Afturat samskipan og leiðslu av verkstað og goymslu, kemur nýggi leiðarin at samskipa arbeiði og koyring hjá okkara lastbila- og kranaførarum.

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú hevur leiðsluroyndir ella royndir innan verkætlanarleiðslu og ert eitt nú útlærdur maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Tað hevur tó størsta týdning, at rætti profilurin verður funnin.

Harafturat hevur rætti umsøkjarin:

  • Grundleggjandi telduførleikar
  • Góð samstarvsevni
  • Og er væl skipaður í tí dagliga

Millum fremstu uppgávurnar hjá verkstaðs- og goymsluleiðaranum er at:

  • Hava fíggjarliga ábyrgd av verkstað og goymslu
  • Taka sær av fyrisitingarligum uppgávum í.s.v. váttan av tímum og rokningum
  • Samskipa arbeiðið á verkstaðnum og á goymsluni
  • Samskipa arbeiði og koyring hjá lastbila- og kranaførarum
  • Samskifta og samstarva við veitarar
  • Og møguliga veita eina hjálpandi hond á verkstaðnum, tá ið á stendur

Setanarviðurskifti

Løn og treytir eru sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. apríl. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast við telduposti til starv@jkp.fo.

Um tú hevur spurningar í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009 ella til Onnu Kalsø, varastjóra, á telefon 585007.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi