Tveir byggismíðlærlingar

Vilt tú hava ein týðandi leiklut í byggivinnuni?

Kom so í læru sum byggismiður hjá J&K Petersen!

J&K Petersen leitar eftir tveimum ídnum lærlingum til byggismíð at byrja 1. mai.

Sum byggismiður verður tú ein partur av ymsu verkætlanunum hjá okkum, sum eru kring landið. Tú lærir alt um bygging av størri bygningum, vegum, brúgvum, íbúðarøkjum, torgum o.s.fr.

Les meira um útbúgvingina her:

https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/bygging/byggismi%C3%B0ur

Lærutíðin

Lærutíðin er 3 ár og 6-12 mðr.

Skúlagongdin er í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt arbeiðspláss í menning
  • Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgvin

Um teg:

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

  • Álítandi
  • Ágrýtin
  • Røkin

Umsókn

Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Arthur Silvureið, lærumeistara, á tlf.: 585094.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er 7. Apríl 2024.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar