ARBEIÐSFÓLK OG DUMPARASJAFØR TIL VERKÆTLAN Í VÁGOYNNI

J&K Petersen søkir eftir arbeiðsfólki og einum førara til dumpara at byrja sum skjótast.

Talan er um eitt størri verklagsarbeiði á Vágoynni nær við flogvøllin.

Førleikar

Royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit veita holla upplæring á staðnum.

Tað hevur størri týdning, at viðkomandi, sum verður settur, er ágrýtin og sjálvstøðugur.

Treytir

Løn sambært førleikum og royndum.

Umsókn

Umsókn kann sendast til starv@jkp.fo. Umsóknarfreistin er hósdagin 2. novembur 2023. Samrøður verða hildnar leypandi og størvini verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú hoyra meira um størvini, ert tú vælkomin at ringja til Hilbert Elisson, verkætlanarleiðara, á tlf.: 585004, ella Magnus Müller, arbeiðsleiðara, á tlf.: 585059.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi