Maskinsmiður ella líknandi til verkstaðið hjá J&K Petersen

Søkt verður eftir maskinsmiði ella líknandi til verkstaðið hjá J&K Petersen at byrja skjótast gjørligt.

Verkstaðið tekur sær av øllum tekniskum og mekaniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum, amboðum og øðrum, sum hoyrir til tekniska og mekaniska økið.

Talan er um tímalønt starv á 40 tímar um vikuna. Fyrifallandi yvirtíð kann koma fyri.

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinist, maskinsmiður, entreprenørmekanikari, mekanikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú ert:

  • samstarvssinnað/ur
  • vælskipað/ur
  • arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum
  • Mennandi arbeiðsumhvørvi
  • Løn sambært útbúgving og royndum

Umsókn

Umsókn við prógvum skal sendast við telduposti til starv@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er týsdagin 28. februar 2023, samtalur verða hildnar leypandi og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Símun Jensen, verkstaðsleiðara, á telefon 585068. Eisini ber til at støkka inn á gólvið á Hjalla 13, Hoyvík.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi