Ein stórur partur av virkseminum hjá J&K Petersen er jørð- og anlegsarbeiði.

Felagið hevur í nógv ár, staðið fyri stórum og avbjóðandi vega- og lendisarbeiðum. Eisini hevur felagið gjørt størri og smærri útstykkingar av bústaðarlendi.

Av stórum verkætlanum kunnu vit nevna fótbóltsvøllir, longda flogbreyt og nýtt parkeringsøki á flogvøllinum, innkomuvegir til komandi undirsjóvartunlar í sambandi við Eystur- og Sandoyartunnilin.

Komandi rundkoyring á Hvítanesi
Longdur flogvøllur. FAE.