KOM OG LÆR TIL ENTREPRENØRSMIÐ

Kundi tú hugsað tær at arbeitt við stórum maskinum og fingið eina góða útbúgving samstundis?

J&K Petersen søkir eftir lærlingum til verkstaðið at byrja í januar 2024 ella eftir avtalu.

Sum entreprenørsmiðlærlingur lærir tú at umvæla og viðlíkahalda ymsu lutirnar og skipanirnar, sum hoyrir stórum maskinum til; so sum motor- og hydralikstýringar, bremsuskipanir, viðlíkahaldskipanir og mangt annað.

Starvsstaðurin verður á nýggj verkstaðnum á Hjalla 13. Tú fert eisini at arbeiða á verkætlanunum hjá J&K Petersen, sum eru kring landið.

Skúlagongdin verður í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær:

– Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi

– Eitt arbeiðspláss í menning

– Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

– Álítandi

– Ágrýtin

– Røkin

Umsókn

Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, so ring til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðari, á tlf. 585013 ella skriva til anthonius@jkp.fo.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er mánadagin 11. desembur.

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi