J&K Petersen hevur lagt seg eftir, at góðskutryggja alt arbeiði, ið felagið ger.

Góðskutryggingarskipanin setur krøv til góðsku og dygd í øllum arbeiðum, ið J&K Petersen útinnir fyri kundan.

Altsamt fleiri útboð krevja, at feløg kunnu góðskutryggja gjørd arbeiði soleiðis, at til ber at síggja nær, hvar og hvussu eitt ávíst arbeiði er útint.

Sostatt er góðskutrygging eisini eitt amboð hjá báðum pørtum, at tryggja at verkætlanir verða stýrdar á skynsaman hátt frá A-Z.

Øll arbeiði, ið J&K Petersen bjóðar uppá, verða góðskutryggjað eftir norðurlendskum standardum.