Fólk til mat- og reingerð – J&K Petersen í Suðuroy

Vit sóknast eftir fólki til mat- og reingerð til verkætlanina Fámjinstunnilin í Suðuroy.

Um teg

Vit vænta, at tú ert ágrýtin og fær nógv av skafti. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, hóast tú í gerandisdegnum kemur at umgangast nógv av okkara starvsfólk. Vit vænta at tú hevur royndir við mat- og/ella reingerð.

Um starvið

Uppgávurnar fevna um uppreiðing og reingerð í kampinum, umframt matgerð. Talan er bæði um arbeiði í gerandisdøgum og um vikuskiftisarbeiði.

Arbeiðstíðin er umleið 30-40 tímar um vikuna, og kann tíðin leggjast til rættis við sera stórum fleksibiliteti.

Lønin verður ásett eftir starvsaldri/royndum.

Til ber eisini, at einans søkja um mat- ella uppreiðing/reingerðarstarv.

Umsókn

Umsókn skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 14. august 2023, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Linn Augustinussen, verkætlanarleiðara, gerandisdagar millum kl. 08-16, á tlf. 585012 ella skriva til linn@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi