Heilsa, trygd og umhvørvi

Hjá J&K Petersen arbeiða vit miðvíst og skipað við heilsu-, trygdar- og umhvørvismálum. Vit hava sett á stovn eina trygdarskipan, ið tekur støði í okkara HTU-politikki.

Brot úr HTU politikkinum:

▪ Vit skulu altíð lúka føroysk lógarkrøv, og vit ynskja eitt opið samstarv við myndugleikar og stovnar á HTU-økinum.

▪ Vit skulu virka fyri, at fyritøka okkara (og arbeiðið, ið vit útinna) ikki elvir til nakran skaða á fólk, lutir ella umhvørvi og at arbeiðsumstøðurnar eru tær bestu.

▪ Starvsfólk hava skyldu til at fylgja mannagongdum, at útfylla eftirkanningarlistar, og at boða frá frávikum (óhappum og “nær-við” óhappum).

▪ Tá ið vit útinna arbeiðið, skulu vit meta um møguligar vandar,  møguliga umhvørvisdálking og hvussu hesar kunnu fyribyrgjast/avmarkast.

▪ Tá ið vit velja veitarar, skulu vit meta um teirra hugburð á HTU-økinum, og tá møguleiki er, geva fyrimun til veitarar við framkomnari tøkni innan HTU.

Trygdarskipan: 

Øll okkara starvsfólk skulu kenna seg trygg tá ið tey koma til arbeiðis. Trygdarskipanin er sett á stovn fyri at røkka hesum máli.

Samstundis leggja vit dent á, at tað ikki bert eru umboð í trygdarskipanini, ið hava ábyrgdina av, at trygdar- og heilsuumstøðurnar eru tær bestu. Ein og hvør, ið starvast hjá okkum, hevur skyldu at gera sítt til, at arbeiðsumhvørvið er so væl skipað sum gjørligt.

Hvørt starvsfólk hoyrir til ein ávísan trygdarbólk. Eisini verða trygdarbólkar settir á stovn á størri verkætlanum.

Vit arbeiða harafturat við eygleiðingarkortum, ið er ein skipan fyri fráboðanir av frávikum. Frávik, ið verða fráboðað, verða greinað, og rættandi tiltøk sett á stovn.