KOM Í LÆRU SUM LOGISTIKKATSTØÐINGUR!

Vilt tú verða við til at skipa og menna okkara goymslu og fáa eina góða útbúgving samstundis?

Kom so í læru sum logistikkatstøðingur hjá J&K Petersen.

Sum logistikklærlingur ert tú við til at umsita goymsluna, bíleggja og móttaka vøru og samskifta við verkætlanarleiðslurnar kring landið. Tú verður partur av toyminum verkstaðnum og goymsla á Hjalla, har 14 fólk hava sína dagligu gongd. Eisini lærir tú at arbeiða við forritum so sum Navision og TraceTool.

Starvsstaðurin verður á Hjalla 13, haðani tú eisini hevur møguleika at koma runt til verkætlanirnar hjá J&K Petersen kring alt landið.

Skúlagongdin er í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðinum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt arbeiðspláss í menning
  • Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur hevur koyrikort og kann samskifta á føroyskum, donskum og enskum, hevur grundleggjandi telduførleikar og annars ert:

  • Álítandi
  • Ágrýtin
  • Røkin

Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðara, á telefon 585013 ella skriva til anthonius@jkp.fo.

Umsókn skal sendast til starv@jkp.fo.

Freistin at søkja er 15. februar 2024. Lærutíðin kann byrja 1. mars 2024 ella eftir avtalu.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi