Skúladepilin við Marknagil

Jørðarbeiðið upp á Skúladepilin við Marknagil byrjaði mánadagin 23. juni 2013. Sum omanfyri standandi mynd vísur hevur J & K set fulla kraft á arbeiðið. Vantandið byrjar spreingiarbeiðið 1. juli 2013.

Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum, ið eru studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli, verður talan um ein skúla við felags leiðslu og við ørgrynnu av felags hentleikum.

Arbeiðsánari: Mentamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Undirveitari: J & K Petersen Contractors er undirveitari hjá TG Verk

Tekniskur ráðgevi: Team Fuglark

Onnur tíðindi