Kundi tú hugsað tær at verið við at ment infrakervið í Suðuroynni? Vit sóknast eftir fólki at koyra dumpara til okkara tunnilsverkætlan Ørðavík-Fámjin.
Talan er bæði um dag-, kvøld-, og vikuskiftisarbeiði.
Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.
Talan er um tímalønt størv.
Vilt tú vita meira?
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Linn Augustinussen, verkætlanarleiðara, á tlf. 585012. Umsókn skal sendast til starv@jkp.fo.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI