J&K Petersen søkir eftir bilførara til at koyra pumpubil.
Blandistøðin hjá J&K Petersen veitir dygdargott betong til størri og smærri verkætlanir, og sum pumpubilførari verður tú ein partur av toyminum á 15 fólk, sum veita betong til verkætlanir kring alt landið.
Talan er um tímalønt fulltíðar starv, har arbeiðstíðirnar kunnu verða skiftandi.
Førleikar:
Rætti umsøkjarin skal hava stóra koyrikortið og gjarna hava royndir við at koyra stórar bilar. Eisini vænta vit, at tú, sum persónur, ert:
– Fryntligur
– Álítandi
– Arbeiðssamur
– Og hevur góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða:
Løn og treytir sambært avtalu.
Umsóknarfreistin er 01. Juli 2023. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Søk starvið:
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Suna Joensen, dagliga leiðara á blandistøðini, á tlf.: 210805.
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI