Betongblandari til blandistøðina í Suðuroy

J&K Petersen søkir eftir fólki til blandistøðina á Drelnesi í Suðuroy. Blandistøðin leverar høvuðssakliga betong til tunnilsverkætlanina millum Øravík og Fámjin, sum J&K Petersen standa fyri.

Viðkomandi, ið verður settur, skal verða við at blanda og tryggja veitan av betong til Fámjinstunnilin, góðskutrygga og syrgja fyri viðlíkahaldi av støðini. Viðkomandi skal eisini taka sær av fyrifallandi fyrisitingarligum uppgávum hjá betongstøðini.

J&K Petersen kann bjóða kost og logi, um umsøkjarin ikki hevur fastan bústað í Suðuroy.

Førleikakrøv

Ynskiligt er, at viðkomandi hevur eina handaliga útbúgving so sum hondverkari ella maskinmeistari ella viðkomandi starvsroyndir.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Løn eftir útbúgving og royndum
  • Eitt starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Ymiskar fakligar avbjóðingar
  • Møguligan bústað

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. mai 2023. Samrøður verða gjørdar leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088 ella skriva til regin@jkp.fo.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

Onnur tíðindi