Søkt verður eftir einum kranaførara við kranacertifikat A og einum kranaførara við kranacertifikat E.
J&K Petersen hevur nógvar og spennandi byggiverkætlanir og eru arbeiðsuppgávurnar tí nógvar og fjølbroyttar.
Arbeiðsuppgávur:
- At koyra krana og gera fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi
- Viðlíkahald, eftirlit og reinhald av krananum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur:
- royndir við kranakoyring.
- góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- hevur gott handalag og er álítandi.
- ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
Krav:
Galdandi kranacertifikat.
Løn:
Sambært avtalu.
Umsóknarfreistin er 1. juni 2021 og verður umsókn at senda til: starv@jkp.fo
Til ber eisini at søkja starvið við at ringja til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.
Um J&K Petersen:
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI