Søkt verður eftir framleiðsluleiðara til J&K Petersen. Talan er um eitt nýstovnað starv, har høvuðsuppgávan er at leiða og samskipa framleiðsluna í felagnum.
J&K Petersen er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Framleiðsluleiðarin fær ein sentralan leiklut í felagnum.
Tann, ið settur verður, skal fylgja neyvt við í effektivitetinum og brúkinum av resursum. Viðkomandi kemur í tøttum samstarvi við leiðsluna at stýra og samskipa tekniska útbúnaðin og aðrar resursir.
Væntað verður eisini, at viðkomandi verur nærverandi á ymsu arbeiðsplássunum hjá felagnum, sum í dag eru í miðstaðarøkinum, á Vágoynni, á Sandoynni og í Suðuroy.
Førleikakrøv
Rætti umsøkjarin hevur miðallanga ella hægri útbúgving innan verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir. Tað hevur tó størsta týdning, at rætti profilurin verður funnin.
Harafturat hevur rætti umsøkjarin:
- telduførleikar,
- góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- kunnleika til føroyskt og enskt mál.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt starv við breiðum og fakligum avbjóðingum,
- møguleikar fyri fakligari menning
- løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.
Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.
Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 2. januar 2023. Samrøður verða gjørdar leypandi og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009 ella skriva til sap@jkp.fo.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI