Kundi tú hugsað tær at verið samskipari av starvsfólkahópinum hjá eini av Føroya størstu byggifyritøkum?
Vit sóknast eftir einum HR-samskipara til eitt nýstovnað starv.
Tín uppgáva
Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við menningarleiðara felagsins. Tú kemur millum annað at:
- skráseta og halda við líka starvsfólkaupplýsingar í ymsum KT-skipanum,
- samskipa og ráðgeva í sambandi við starvsetanir og starvsfólkamál,
- fyrireika starvslýsingar, umsita starvssetanarportal felagsins, svara umsøkjarum og klárgera starvssáttmálar,
- søkja um arbeiðis- og uppihaldsloyvir og samskifta við TAKS, ALS, kommunur og fíggjarstovnar,
- áhaldandi menna og halda við líka starvsfólkahandbók og mannagongdir á HR-økinum,
- samskifta við/ráðgeva leiðarum og starvsfólkum,
- saman við øðrum skipa fyri innanhýsis skeiðum og tiltøkum,
- samskipa leigumál,
- saman við lærumeistarum samskipa lærlingaviðurskifti og
- hava aðrar fyrifallandi uppgávur.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi royndir innan HR-arbeiði, og at tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum.
Tað er eitt krav at tú kanst samskifta á enskum.
Vit ynskja ein HR-samskipara, sum er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og fyrikomandi.
Um starvið
Í fyrisitingini, sum tú kemur at verða ein partur av, starvast í løtuni 11 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini.
Talan er fulltíðarstarv. Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu.
Treytir
Lønin verður ásett eftir førleikum og royndum.
Umsókn
Umsóknarfreistin er sett til hósdagin 30. juni 2022. Umsóknir skulu sendast til: starv@jkp.fo
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Onnu Kalsø, menningarleiðara, á tlf. 585007.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI