J&K Petersen søkir eftir 2 kranaførarum

Søkt verður eftir einum kranaførara við kranacertifikat A og einum kranaførara við kranacertifikat E.

J&K Petersen hevur nógvar og spennandi byggiverkætlanir og eru arbeiðsuppgávurnar tí nógvar og fjølbroyttar.

Arbeiðsuppgávur:

  • At koyra krana og gera fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi
  • Viðlíkahald, eftirlit og reinhald av krananum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur:

  • royndir við kranakoyring.
  • góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • hevur gott handalag og er álítandi.
  • ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Krav:

Galdandi kranacertifikat.

Løn:

Sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 1. juni 2021 og verður umsókn at senda til: starv@jkp.fo

Til ber eisini at søkja starvið við at ringja til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi