Brúgvin við Sandá tikin í brúk

Leygardagin 28. mai varð Brúgvin um Sandá tikin alment í nýtslu. Heilt fitt av fólki var komið at uppliva løtuna øll kunnu ferðast um snotiligu brúnna.

Brúgvin hevur eitt einfælt og snøgt snið og er eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki óneyðuga nógv pláss í landslagnum, tí landslagið og Sandá eru vøkur frá náttúrunnar hond.

Áin er ikki rørd, og tað er gjørligt at ganga fram við áarbakkanum.

 

Onnur tíðindi