J&K Petersen Contractors hava í dag avhendað 1. byggistig av arbeiðinum í sambandi við gerð av nýggjum tyrvingarplássi, ið IRF letur byggja í hagapartinum í Nýggjheiðum millum Kvívík og Vestmanna.
1. byggistig hevur umfatað gerð av eini 270 m langari uppsamlingsveit og betonggarði undir tyrvingarplássinum umframt gerð av reinsiskipan við sandfangum og olju skiljarum.
Hegn er uppsett um alt tyrvingarplássið. Eisini er løgd uml. 1.900 m long rørleiðing frá nýggja tyrvingarplássinum og gamla niðurlagda tyrvingarplássinum, sum er har nærhendis, og oman gjøgnum brattan undir landsvegnum og út á sjógv.
Hóast tað mesta av arbeiðinum er framt á háveturstíð, hevur tað gingið skjótt og væl.
IRF er byggiharri fyri verkætlanini og PB Consult og HMP Consult hava staðið fyri projekteringini og eftirlitinum.
Í løtuni er J. &. K. Petersen í gongd við 1. part av 2. byggistigi, sum umfatar spreinging og flyting av gróti og planering av økinum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt 24. Juli 2020.