Í seinastu viku høvdu vit vitjan av Áhugafelagnum Antares – vit sum starvast uttanlands.
Endamál felagsins er:
- virka fyri at nøra um samstarv og samanhald í millum limirnar, og ímillum familjur teirra
- eftir førimuni at verða teimum limum til hjálpar, sum á ein ella annan hátt koma illa fyri
- eftir førimuni at veita limum ráð og vegleiðing um skattaviðurskifti, pensjónsviðurskifti o.a.
- skipa fyri fyrilestrum og á annan hátt savna inn vitan til limirnar
- skipa fyri tiltøkum so sum útferðir, bowling, veislum og annað sum kann nøra um samanhaldið
- at samanseta og senda út tíðindi til Skip og bátar
Sum ein fastan tátt, so hittast tey – sum eru heima – til morgunmat og Kaffimik hvønn fríggjamorgun á hesum støðum:
– Kaffihúsið í Vágsbotnið
– Hjá Jórun í Klaksvík
– Pubbin á Tvøroyri
– Undurhúsið á Toftum og í Skálavík.
– Effo støðin í Skálabotni
Men av og á verða avtalur eisini gjørdar við fyritøkur, har limirnir í staðin fara út at vitja fyritøkur fríggjadagar.
Í sambandi við vitjanina á Hjalla, nýttu vit høvið at greiða frá søguni hjá felagnum, um trygdarskipaninar í felagnum v.m. , eins og vit greiddu frá teimum størru verkætlanunum, sum vit arbeiða við í løtuni.
Eisini varð kunnað um, at J. &. K. Petersen eru undangóðkendir at bjóða upp á flogbreytina í Qaqortoq (Julianehåb), eins og víst varð runt á blandistøðini og høvuðsbygninginum hjá felagnum á Hjalla.
Vit takka Anteres fyri vitjanina.