Í gjár klokkan 15.00 var lisitatiónin í Svimjihøllini í Gundadali, tá tilboðini upp á nýggja langhylin í Tórshavn vóru latin upp.
Tað vóru 3 feløg, sum vóru á staðnum við brævbjálvum og vóru tilboðini hesi:
Búsetur: kr. 159.901.443
Articon kr. 148.680.571
J. &. K. Petersen kr. 147.295.181
Ætlandi skal arbeiðið byrja beinan vegin, og skal verða liðugt við ársenda 2022/23.
Verkætlanin umfatar útbygging av verandi svimjihyli við einum 50m hyli. Samlaða víddin er 3.100 m2 býttar á 2 hæddir. Í sunnara enda eru 2 hæddir, har tann ovara er 546 m2 .
Onnur verkætlanin innanfyri ein mánaða
Hetta er onnur stóra verkætlanin, sum J. &. K. Petersen hevur vunnið seinasta mánaðin.
1. September 2020 skrivaði felagið undir sáttmála við IRF um bygging av nýggjum tyrvingarplássi Úti í Nýggjheiðum í Kvívík, – henda verkætlanin er omanfyri 70 mió. kr.