Tórsvøllur Eystur- og suðursíðan

Byggingin av nýggja FSF húsinum er gjørd sum ein partalagssáttmáli millum J & K Petersen, Tórshavnar kommunu og FSF. Talan er um víðkan av verandi arbeiði á sunnaru síðu, og at gera nýggja eystaru síðu á Tórsvølli.

Umleið 2700 áskoðarar kunnu verða undir taki á eystaru síðu, meðan sunnara síða tekur 900 áskoðarar.

Ætlanin er, at Tórsvøllur skal lúka øll krøv sum UEFA og FIFA seta til leikvøllir.

Slag av arbeiðstøku: Totalarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygging

Arbeiðsánari: J & K Petersen

Tíðarskeið: Medio 2014 – medio 2015

Aðrar tilvísingar