Koplingarstøð í Saltangará

Vegna økt virksemi, hevur SEV latið bygt eina koblingarstøð í Saltangará.
Koblingarstøðin er væl staðsett ímillum høvuðsveg og havnarlag. Bygningurin er í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er talvurúm, trappurúm og tekøkur. Í niðaru hæddini er lokaltransformararúm, rúm til 60kV skipan, rúm til 20kV skipan, wc og trappurúm. Hetta er í alt uml. 265 m2 til støddar. Umframt hetta er ein transformaragarður við tveimum stórum 60kV transformarum. Eisini bleiv ein trappa gjørd á norðaru síðu, til almenningin at brúka.

Byggiharri: SEV

Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygging

Tíðarskeið: 2015 – 2016

Aðrar tilvísingar