Fyri at betra um vegasambandið millum Argir og Havnina, valdi Tórshavnar Kommuna, at gera nýggja brúgv um Sandá. Brúgvin er ein partur av ringvegnum. Brúgvin er ein sera snotilig, nútímans samansett brúgv, av stáli og betong, við koyribreyt, súklubreyt og gongubreyt. Longdin er 140 m, breiddin 14 m og hæddin uml. 20 m.
Byggiharri: Tórshavnar Kommuna
Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði: Nýbygging
Tíðarskeið: August 2014 – Mai 2016