Bókhaldari til fjølbroytt starv hjá J&K Petersen

Vit sóknast eftir einum royndum bókhaldara til fíggjardeild okkara at byrja 1. september 2023.

Á fíggjardeildini, sum eisini tekur sær av øðrum vanligum skrivstovuarbeiði, starvast í løtuni 6 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við fíggjarleiðara og hini starvsfólkini á deildini.

Afturat vanligum bókhaldsarbeiði kann væntast annað fyrisitingarligt arbeiði, eitt nú telefonavgreiðsla og bílegging av arbeiðsklæðum.

Um teg

Vit vænta, at tú hevur drúgvar royndir innan vanligt bókhald og lønaravgreiðslu, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við Navision og LøttLøn.

Vit ynskja ein bókhaldara, sum er fleksibul, sjálvstøðugur og samstarvssinnaður.

Vit kunnu bjóða tær

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning.

Treytir

Lønin verður avtalað við leiðsluna og ásett eftir førleikum og royndum.

Talan er um fulltíðarstarv men avtala um aðra normering kann gerast, um rætti viðkomandi verður funnin.

Umsókn

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. juni 2023. Starvið verður sett 1. september, ella eftir nærri avtalu.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Jákup Mørk, fíggjarleiðara, á telefon 585010.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar