Ábyrgdarfult fólk til mat- og reingerð til J&K Petersen

Vit sóknast eftir fólki til mat- og reingerð til høvuðssætið á Hjalla og til reingerð av leigubústøðum felagsins.

Um teg

Vit vænta, at tú ert ágrýtin og fær nógv av skafti. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, hóast tú í gerandisdegnum kemur at umgangast nógv av okkara starvsfólk.

Hvønn gerandisdag dekkar tú borð til miðmála og setir kaldan mat fram. Tú stýrir eisini innkeypi av mati. Talan er um eina lítla kantinu til umleið 15 fólk.

Tú ert væl skipað/ur og dugir sjálvstøðugt at meta um, nær tørvur er á reingerð á ymsu deildunum á høvuðssætinum. Vit vænta eisini, at tú stýrir goymsluni av reingerðarútgerð.

Umleið tríggjar ferðir árliga, og í sambandi við inn- og útflyting, avgreiðir tú reingerð av leigubústøðum felagsins. Reingerðin fer fram, tá starvsfólk eru í feriu, og bústaðirnar standa tómir.

Um starvið

Arbeiðstíðin er umleið 30-40 tímar um vikuna, og vænta vit, at arbeiðsuppgávan kann røkjast innan ásettu tíðina. Arbeiðstíðin kann leggjast til rættis við sera stórum fleksibiliteti.

Til ber eisini at vera tvey fólk, ið arbeiða hálva tíð og sostatt deilast um starvið.

Løn sambært avtalu.

Umsókn

Umsókn skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 8. februar 2023, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Onnu Kalsø, varastjóra, gerandisdagar millum kl. 08-16, á tlf. 585007.ella skriva til anna@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Aðrar tilvísingar