Smoltstøðin á Norðtoftum

Smoltstøðin hjá Bakkafrosti liggur á Norðtoftum, í Hvannasunds kommunu. Endamálið við støðini er, at framleiða laks frá rogni til smolt.

Í bygninginum eru goymslur, reinsiverk og hallir við kørum. Umframt hetta er ein partur til umsiting.

Í alt er bygningurin uml. 3.000 m2 til støddar.

Byggiharri: P/F Bakkafrost

Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygging

Tíðarskeið: 2013-2014

Aðrar tilvísingar