Skúlabørn vitjaðu í góðveðrinum

Børn úr fyrsta flokki úr skúlanum við Løgmannabreyt komu á gátt hjá J&K í allarfagrasta sól- og summarveðrinum mikudagin 4. juni. Tey umleið 50 børnini fingu eitt sera hugnaligt og stuttligt upplivilsi saman við teirra lærarum og J&K starvsfólkum við stjóranum, Stein Olvi, á odda.

Í góðveðrinum fingu børnini nakað at eta og spældu sær í sandi og skervi, sóu ymiskar maskinur og tól, umframt at tey sóu blandimeistarin, Arngrímur, byggja ein múr við betong byggiklossum, sum tey hildu vera ógvuliga hugtakandi og spennandi.

Niðanfyri eru nakrar vakrar myndir av góðveðrinum frá degnum á Hjalla.

Onnur tíðindi