Í gongd við fótbóltsvøll í Hoyvík

Nú verður veruliga farið í gongd við byggiøkið og fótbóltsvøllin í Hoyvík. Í gjár vórðu sáttmálarnir um nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík og útstykkingina Oman Gil undirskrivaðir.

Fyrst í mai byrjar arbeiðið at grava har, ið vøllurin verður. So fer sprongiarbeiðið í gongd og grótið haðani verður brúkt til ífyllu til útstykkingina Oman Gil, har 24 grundstykki, sum verða gjørd byggiklár, eru.

Í miðal eru grundstykkini 325 m2 og liggja oman fyri húsini millum Gilja. Atkomuvegur verður til útstykkingina og verður hon knýtt at nýggja innkomuvegnum til Havnina. Oman Gil verður skipað við fríøki og felags parkeringsøki.

J & K Petersen stendur fyri arbeiðnum.

Onnur tíðindi