Tann tjekkiski sendiharrin í Danmark, Jiří Brodský, var á almennari vitjan í Føroyum í seinastu viku, í døgunum 10. – 13. mai 2016.
Jiří Brodský vitjaði J&K hósdagin 12. mai. Fundurin við J&K var ein liður í ætlanini hjá sendiharranum at hitta leiðarar í tí føroyska vinnulívinum og umboðum fyri Landsstýrið á ferð síni í Føroyum.
Vitjanin hevði til endamáls at samskifta um møguleikar innan bilaterala handilsvirksemi millum Føroyar og Tjekkia, við serligum denti lagdan á landanna infrastruktur, orkuviðurskifti og møguleikar at økja samhandilin innan matvøruídnáðin.
Skráin hjá Jiří Brodský innihelt eisini ein fyrislestur á Fróðskaparsetur Føroya umframt opningina av framsýningini “Václav Havel 1968-2003”, sum tjekkiska sendistovan í Keypmannahavn skipar fyri og á henda hátt nýtir høvi at hátíðarhalda, at tað er 80 ár síðan Václav Havel varð føddur.