Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.
Størvini verða sett so skjótt vit finna røttu persónarnar.
Løn og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu.
Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigtór A. Petersen, Anlegsleiðara, á tlf. 585009 ella Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.
Umsóknarfreistin til starvið er 31. mai 2021 og verða umsóknir at senda til: starv@jkp.fo
Eisini ber til at søkja starvið við at ringja til okkara.
Um J&K Petersen:
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI