Koblingarstøð á Húsareyni

Í samband við vindmyllulundina, hjá SEV í Húsahaga, er bygd ein snotulig Koblingarstøð, ið skal hýsa tilhoyrandi tøkni. Bygningurin er útgjørdur við koblingarstøð, battarí til vindmyllur, transformarum og starvsfólka- og gestahøli.

Støddirnar á bygningunum eru áleið hesar:

Tøknibygningur: 550 m2

Goymslubygningur: 150 m2

Transformaragarður: 230 m2

Samlaða øki innanfyri veðurskermin er áleið 1.600 m2.

Slag av arbeiðstøku: Totalarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygging

Arbeiðsánari: J & K Petersen

Tíðarskeið: 2014 – 2015

Aðrar tilvísingar