J&K Petersen hevur í dag undirskrivað sáttmála við Landsverk um ger av Fámjinstunlinum

Tað vóru Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen og Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, ið skrivaðu undir sáttmálan. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, var eisini hjástaddur til hesa løtuna.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. LBF hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini og tunnilin fer at verða útgjørdur við kravdu trygdarútgerðini, ið ein tílíkur tunnil í dag skal hava.

Avtalan við Landsverk er á umleið 150 mió kr. og ætlanin er, at arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum í Ørðavík, har vit fyrst byrja at grava av fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan. Sjálvt tunnilsarbeiðið byrjar seinni í ár.

Sigurd L. Lamhauge og Stein Olvur Petersen
Uni Rasmussen, Sigurd L. Lamhauge og Stein Olvur Petersen
Sigurd L. Lamhauge og Stein Olvur Petersen
Onnur tíðindi