J & K starvsfólk á trygdarskeiði

15 starvsfólk í J&K Petersen hava verið á trygdarskeiði hjá Ansni Tilbúgving. Trygdarskeiðið er eitt § 2,2 skeið (K-A008-2)/ARB-vegleiðing (V-A008-2), sum tekur 18 tímar at gjøgnumføra.

Endamálið við trygdarskeiðinum var trygdarætlanir við atliti til arbeiðsumhvørvið og trygdarskipanir. Evnir, sum vóru viðgjørd og gjøgnumførd í framløgu og bólkaarbeiði, vóru:

  • Arbeiðsumhvørvislógin í breiðum týdningi
  • Kunngerð um trygdararbeiði á virkjum og arbeiðsplássum
    • Bólkaarbeiðið um trygd út frá galdandi kungerð
  • Trygdarskipanir við atliti til heilsutrygd
  • Skipan og tilbúgving
  • Innrættan, evni og tilfar
    • Óljóð v.m.
    • Arbeiðsplássmeting APM
  • Ergonomi og likamlig arbeiðsstøða
  • Bólkaarbeiðið og samstarv um trygdarskipanir
  • Hvussu yvirføra vit lógina og kunngerðinar yvir í dagligdagin
  • Sálarligt arbeiðsumhvørvið og APM
  • Arbeiðsvanlukkur og vinnusjúkur
  • Evaluering
     

Skeiðsluttakarar frá J&K vóru Stein Olvur Petersen, John Petersen, Kaj Wacher, Sigtór Heinesen, Dánial Pauli Davidsen, Thomas Kjærbo, Bogi Heiðriksson, Jón Kári Højgaard, Jonhard Selfoss, Jørmund Juul, Jørgin Pauli Johannessen, Harley Joensen, Birgir Bærentsen, Idar Olsen og Johnny Poulsen.

Onnur tíðindi