Fyrr í ár undirskrivaðu J&K Petersen og Landsverk undir sáttmála um at leingja ferjuleguna við Krambatanga.
Við útbyggingini verða atløguviðurskiftini munandi betri hjá Smyrli.
Útbyggingin fevnir um eina leingjan av atløgusíðuni við Krambatanga upp á einar 40 m.
Tá útbyggingin er liðug hevur Smyril tveir tryggar møguleikar at leggja at við Krambatanga.
J&K Petersen átti lægsta boð og vann uppgávuna at gera arbeiðið, ið gongur eftir ætlan.