J&K Petersen Contractors søkir eftir kranførara til krana av slagnum: FM Gru RBI 1140.
Kundi tú hugsa tær koyrt okkara nýggja tornkrana, so er tað møguligani tær vit leita eftir.
J&K Petersen stendur fyri nógvum og spennandi byggiverkætlanum og eru arbeiðsuppgávurnar tí nógvar og fjølbroyttar.
Arbeiðsuppgávur:
· At koyra tornkrana og gera fyrifallandi arbeiði
· Viðlíkahald, eftirlit og reinhald av krananum.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur:
· royndir við kranakoyring.
· góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
· Hevur gott handalag og er álítandi.
· Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
Krav:
Tann ið settur verður skal hava koyrikoyrt til tornkrana.
Løn:
Sambært avtalu.
Um tú hevur spurningar viðv. hesum starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf.: 585036.
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV. og øðrum skjølum, skulu sentast via mail til J&K Petersen Contractors á mail: starv@jkp.fo ella við at senda umsóknina til: J&K Petersen Contractors, Postboks 3179. Fo-110 Tórshavn.
Starvið verður sett sum skjótast.