Íbúðir á Boðaneshamri

Grundstykkið á Boðaneshamri er býtt upp í 2 partar. Annar parturin er 32 íbúðir og hin parturin er 6 grundstykkir. Íbúðarbyggingin er gjørd sum 2. lonir við 16 íbúðum í hvørjari. Bygningurin er gjørdur í 2. hæddum og íbúðirnar eru forskotnar millum hæddirnar. Framleiðslan er gjørd, sum liðug timburkonstruktión, uttanlands og síðani flutt á blokkvognum til Føroya. Hesar eru síðani settar omaná betongfundament.

Slag av arbeiðstøku: Totalarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygging

Arbeiðsánari: J & K Petersen

Tíðarskeið: Oktobur 2006 – Desembur 2007

Aðrar tilvísingar