Framleiðsluleiðari til J&K Petersen

Søkt verður eftir framleiðsluleiðara til J&K Petersen. Talan er um eitt nýstovnað starv, har høvuðsuppgávan er at leiða og samskipa framleiðsluna í felagnum.

J&K Petersen er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Framleiðsluleiðarin fær ein sentralan leiklut í felagnum.

Tann, ið settur verður, skal fylgja neyvt við í effektivitetinum og brúkinum av resursum. Viðkomandi kemur í tøttum samstarvi við leiðsluna at stýra og samskipa tekniska útbúnaðin og aðrar resursir.

Væntað verður eisini, at viðkomandi verur nærverandi á ymsu arbeiðsplássunum hjá felagnum, sum í dag eru í miðstaðarøkinum, á Vágoynni, á Sandoynni og í Suðuroy. 

Førleikakrøv

Rætti umsøkjarin hevur miðallanga ella hægri útbúgving innan verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir. Tað hevur tó størsta týdning, at rætti profilurin verður funnin.

Harafturat hevur rætti umsøkjarin:

  • telduførleikar,
  • góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • kunnleika til føroyskt og enskt mál.

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt starv við breiðum og fakligum avbjóðingum,
  • møguleikar fyri fakligari menning
  • løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 2. januar 2023. Samrøður verða gjørdar leypandi og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009 ella skriva til sap@jkp.fo.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi