Brúgvin um Sandá

Fyri at betra um vegasambandið millum Argir og Havnina, valdi Tórshavnar Kommuna, at gera nýggja brúgv um Sandá. Brúgvin er ein partur av ringvegnum. Brúgvin er ein sera snotilig, nútímans samansett brúgv, av stáli og betong, við koyribreyt, súklubreyt og gongubreyt. Longdin er 140 m, breiddin 14 m og hæddin uml. 20 m.

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka

Slag av arbeiði: Nýbygging

Tíðarskeið: August 2014 – Mai 2016

Aðrar tilvísingar