Søkt verður eftir 4 Timburmonnum

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir 4 timburmonnum.

Í sambandi við vaksandi byggivirksemi í felagnum, verður søkt eftir 4 timburmonnum.

Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður undir skipaðum viðurskiftum.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríða Reinert Djurhuus á tlf. 58 50 63.

Umsóknir til størvini skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 27. september 2020. og kann umsókn sendast á teldupost: starv@jkp.foella við at gera avtalu við Fríða.

Onnur tíðindi