Í sambandi við at arbeiðið við at dagføra bátahylin í Norðaragøtu er við at verða liðugt, varð bátahylurin alment tikin í brúk í gjár klokkan 15,00.
Í tí sambandinum bjóðaði Eysturkommuna eisini kaffi, te og okkurt søtt til tenninar í kantinuni hjá Fiskavirkinum.
J. &. K. Petersen hevur staðið fyri arbeiðinum, sum verður liðugt um stutta tíð.
Hjálagt eru myndir frá tiltakinum og av fyrsta bátinum, sum sigldi inn í bátahylin.




