Søkt verður eftir tveimum smiðum til verkstaðið hjá J&K Petersen at arbeiða í skiftandi vaktum (1:1).
Talan er um tvey fulltíðarstørv við fastari løn, har arbeitt verður í skiftivaktum. Arbeitt verður mána- til leygardag í tvær vikur, og avspákað verður í tvær vikur. Sostatt verða tveir smiðir settir til at fylla eitt starv. Í samráð millum verkstað og leiðslu ber til at skipa vaktirnar eftir øðrum leisti, eitt nú við at hava vaktarskifti hvørja viku, ella triðja hvørja viku.
Á verkstaðnum hjá J&K Petersen arbeiða 7 fólk. Verkstaðið tekur sær av viðlíkahaldi og umvælingum av amboðum og størri entreprenørmaskinum hjá felagnum.
Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinist, maskinsmiður, entreprenørmekanikari ella hevur aðrar viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú ert:
- samstarvssinnað/ur
- vælskipað/ur
- arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt
Vit kunnu bjóða tær
- Góðar setanartreytir við nógvari frítíð
- Løn sambært útbúgving og royndum
- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum
- Mennandi arbeiðsumhvørvi
Umsókn
Umsóknarfreistin er mánadagin 1. mai. Samrøður verða hildnar leypandi og starvið verður sett sum skjótast.
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast við telduposti til starv@jkp.fo.
Um tú hevur spurningar í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009 ella til Onnu Kalsø, varastjóra, á telefon 585007.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI